Hjálparvenjarin á føroyska manslandsliðnum í hondbólti, Julian Johansen, hevur biðið Hondbóltssambandið um at verða loystur úr sínum sáttmála, og tað ynskið er gingið honum á møti.
Tað skrivar Portalurin.
Julian sigur, at starvið sum sølustjóri í Magn er krevjandi, og tað, at hann hevur familju við fleiri smærri børnum, hóskar ikki so væl saman við hjálparavenjarastarvinum hjá A-landsliðnum í hondbólti.
Sostatt gjørdust HM-play off dystirnir móti Norðurmakedónia seinastu uppgávurnar hjá 34-ára gamla venjaranum.
Í stuttari viðmerking við Portalin sigur ítróttarstjórin í HSF, Mark Lausen-Marcher, at Hondbóltssambandið er í gongd við at hyggja eftir møguleikum.