Í gjárkvøldi setti klaksvíkingurin Julian Gregersen nýtt føroyskt met í 5 kilometra renning á landavegi, tá ið hann rann teinin upp á 15 minuttir og 5 sekund – og harvið tók 32 ára gamalt metið hjá Alberti Marna Joensen á 15 minuttir og 24 sekund.
Taå hendi á Dashing Deer 5K í London, sum er ein væl umtókt kapping, ið verður hildin í vøkru Battersea Park.
Julian var millum fremstu rennararnar henda dagin, og við síni framúr tíð hevur hann skrivað nýggja søgu í føroyskari langteinarenning.
Nú verður spennandi, um Julian tekur góða formin við sær til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum.
Har skal hann millum annað renna 5000 metrar á breyt . Tað er ein teinur, har Alberti Marna Joensen eisini eigur føroyska metið á 14 minuttir og 48 sekund, sum hann setti í 1994.
So tað verður sera spennandi, um Julian megnar at taka enn eitt av teimum gomlu føroysku mettunum á Orknoyggjum komandi mánaða.
Vit ynskja Julian Gregersen til lukku við nýggja føroyska metinum.