Julian Gregersen setti í gjár nýtt føroyskt met í 5 kilometrarenning á breyt. Tað skrivar Portalurin.
Í sterku kappingini Peckham Pacers í London rann Julian teir 5.000 metrarnar upp á 14 minuttir og 35 sekund. Tað svarar til ein miðal undir tríggjar minuttir fyri hvønn kilometurin.
Við hesum tók hann 31-ára gamla metið hjá Albert Marna Joensen, sum varð sett í 1994. Julian var 13 sekund skjótari enn sterka avrikið hjá Albert Marna.
Hetta er annað metið á 5 kilometrum, Julian hevur tikið frá Albert Marna. Fyrra metið tók hann fyri beint yvir tveimum mánaðum síðan á landavegi í London.
Klaksvíkingurin er í stórformi. Seinastu tveir mánaðirnar hevur hann sett trý føroysk met og vunnið trý oyggjaleikaheiðursmerki, eitt gull í liðkapping og tvey silvur.
Portalurin skrivar, at tað varð ikki dult áðrenn kappingina, at Julian fór eftir føroyska metinum. Rennarin úr Treystinum hevur eisini fingið DM-bronsu og betrað um egið met stutt fyri Oyggjaleikirnar.
Savnsmynd: Sverri Egholm