Eykasýningar til Julius í Likkudali 2 í Norðurlandahúsinum settar til sølu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú verður aftur møguligt at síggja sangleikin Julius í Likkudali, tá ið hann verður sýndur í Norðurlandahúsinum seinast í novembur. Hetta er tveyarin av Julius í Likkudali.

Framførslurnar av sangleikinum Julius í Likkudali vóru sera væl umtóktar fyri tveimum árum síðan, tá ið tær vóru sýndar fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum.

Atgongumerkini eru rivin burtur. Tey vóru útseld eftir bara fáum minuttum. Nú er so tríggjar eykasýningar eru settar á skránna.

Leikstjórin Sasho Bjartsson greiðir soleiðis um søgugongdina í nýggja leikinum.
– Sangleikurin snýr seg um somu familjuna, sum býr í hugnaligu jólagøtuni í Likkudali. Sonurin og pápin eru serliga spentir, tí pápin hevur fingið boð, at hann skal vera sirkusstjóri til stóra jólasirkusi í Likkudali. Men av serligari ørsøk venda hansara tankar til heldur at halda jól í Gran Canaria, tá ein skótagenta, sum selur lutaseðlar, bankar á dyrnar.

Fólk handan familjusangleikin:
Leikstjóri – Sasho Bjartsson
Tónleikaframleiðari – Kristoffer Mørkere
Sangir – Beinir Troest Rasmussen
Kórskipari – Ásbjørn Berthelsen
Koreografur – Diana Hansen & Gunnrið Mikkelsen
Pallur – Glasir
Ljóssniðgevi – Villam Soo Joensen
Framleiðslustjóri – Sasho Bjartsson

Leikarar
Bjarki Virgarsson Trondesen
Petur Meinhard Ellebye Andersen
Andreas Samuelsen
Rógvi Brekku Dam
Julius í Likkudali

Dansarar
Jóhanna Rúnadóttir Hvannastein
Lóa Ragnarsdóttir Trier
Natasja Gaardbo á Løgmannsbø
Frida Bogadóttir
Katrin Støylen Mohr
Rósa Ranadóttir Christiansen
Eva í Stórustovu
Arnbjørg Jacobsen
Silja Trúgvadóttir
Gunnhild Oliva Gunnarsdóttir Højsted

Kórfólk
Ecaterina Mindru
Elisabeth Árting Mørk
Eva Kjelnæs Patursson
Jóna Reinert Joensen
Katrin Lilja Lamain
Mikala Á Heygum Niclasen
Olivia Reinert Joensen
Vera Alstrup Vang