Kæra um valsvik avvíst

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Jonhard Danielsen fekk ikki viðhald í kæruni um, at býráðsvalið í Runavíkar kommunu ikki fór regluliga fram.

Á býráðsfundinum á Glyvrum í gjár var seinasta málið á skránni kæran um møguligt valsvik. Býráðslimurin Jonhard Danielsen hevði kært býráðsvalið í Runavíkar kommunu.

Kommunan hevur sambært løgtingslógini um val til allar føroyskar kommunur viðgjørt málið samsvarandi gren 23 í lógini:

– Hann, ið hevur nakað at kæra seg um viðvíkjandi vali, sum fram er farið, má, fyri at klaga hansara kann verða tikin til viðgerðar í seinasta lagi 8 dagar eftir, at valið er gjørt endaliga upp, skrivliga seta fram mótmæli sítt fyri bygda(r)ráðnum/býráðnum.
 
Stk. 2. Tey mótmæli, ið framsett eru í samsvari við frammanfyri standandi reglur, verða gjørd av bygda(r)ráðnum/býráðnum á fundi, ið hildin skal verða í seinasta lagi 10 dagar eftir, at frestin er farin. Áðrenn bygda(r)ráðið/býráðið tekur avgerð sína, verður ummæli valnevndarinnar um málið at fáa.”
 
Kommunan heitti alt fyri eitt á valnevndina um at ummæla málið, sum hareftir var fyri á fíggjarnevndarfundi. Niðurstøðan hjá fíggjarnevndini var soljóðandi:

Fíggjarnevndin samtykti at leggja ummælið frá valnevndini fyri býráðið til støðutakan.

Kaja Joensen metti seg ógegniga (tættur skyldskapur við ein av valnevndarlimunum) og fór tí av fundinum, tá málið var á skrá.
 
Kaja Joensen luttók heldur ikki í viðgerðini á býráðsfundinum í gjár..

Tá ið borgarstjórin hevði lagt málið fram, lisið kæruna frá kæraranum og ummælið frá kommunalu valnevndini, setti hann soljóðandi undir atkvøðugreiðslu:
 
”Borgarstjórin mælir til, at býráðið staðfestir niðurstøðuna hjá valnevndini. Hon er soljóðandi: ”Niðurstøða valnevndarinnar er sostatt, at valúrslitið eigur at verða standandi eins og kunngjørt eftir fínteljingina.””
 
Harvið hevur býráðið tikið undir við og staðfest niðurstøðuna hjá valnevndini – og við hesum er málið avgreitt frá Runavíkar býráð.