Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið tóku í dag undir við semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar í gjárkvøldið.
Talan er um ein trý ára sáttmála, galdandi frá 1. oktober 2022 fram til 30. september 2025.
Við semjuni hækka lønirnar soleiðis:
1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8 %
1. oktober 2023 hækkar lønin 4,2 %
1. oktober 2024 hækkar lønin 4,75 %
Ein týdningarmikil partur av semjuni er, at partarnir hava gjørt avtalu um greiðari karmar fyri skipan av arbeiðstíð og arbeiði í vaktarskipan.
Millum annað reglur fyri, hvussu vaktarskiftini skulu skipast og hvussu long frítíðin skal vera millum vaktirnar. Harumframt er freistin fyri vaktarbroytingar longd úr 24 upp í 72 tímar.
Semjan heimilar, at partarnir á einstøku arbeiðsplássunum kunnu gera staðbundnar avtalur um arbeiðstíð, sum víkja frá ásetingunum um vaktarskipan sambært nýggju semjuni.