

Kaj Leo umhugsar at stilla uppaftur
26.01.2026Hóast Kaj Leo Holm Johannessen fyrr hevur sagt, at hann ikki stillar uppaftur til komandi løgtingsval, so hevur hann fingið so nógvar áheitanir frá fólki, at hann av álvara er farin at umhugsa møguleikan at royna at vera afturvaldur í løgtingið. Hósdagin tekur hann sætið aftur á tingi – tað er møguligt, nú møguleiki er hjá fólki við koyristóli at koma upp á røðarapallin. Hoyr samrøðu















