Kaj Leo ynskir størri tryggleika til sjúk og avvarðandi

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at nakrir føroyskir sjúklingar koma í ta truplu støðu at tey noyðast av landinum í palliativa viðgerð.

– Hetta hevur millum annað við sær, at teir missa sambandi við arbeiðsmarknaðin og koma harvið at merkja stórar fíggjarligar avleiðingar, har fólk í ringasta føri noyðast at selja hús og heim, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen í grein 53 fyrispurningi, ið arbeitt verður við í løtuni at seta Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um linnandi viðgerð og røkt í Føroyum.

Tá talan er um ein grein 53 fyrispurning, so skal tingið atkvøða, hvørt spurningurin skal svarast ella ikki. Verður spurningurin svaraður, so verður eisini orðaskifti um spurningin.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Hvørjar reglur um fíggjarligan stuðul o.a. eru galdandi, tá ein sjúklingur í starvi innan tað almenna ella á privata arbeiðsmarknaðinum, verður tvungin í palliativa viðgerð uttanlands?

2. Hvørjar reglur um fíggjarligan stuðul o.a. eru galdandi fyri avvarðandi?

3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan um betringar í verandi skipan fyri at tryggja, at sjúklingar og avvarðandi fáa eitt betri og tryggari grundarlag, tá tey noyðast av landinum?

4. Hvat verður gjørt fyri at styrkja og menna palliativa viðgerð í Føroyum – samskipan og ætlan við leiðreglum fyri økið?

5. Hvussu nógvir føroyingar eru í palliativari viðgerð í Føroyum, árliga?

6. Hvussu nógvir føroyingar eru í palliativari viðgerð í útlandinum, árliga?

Í viðmerkingunum til spurningarnar skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, at í desember í 2019 handaði ein arbeiðsbólkur honum, tá Kaj Leo var landsstýrismaður í heilsumálum, eitt tilmæli um palliatión (linnandi viðgerð og røkt, jour.) í Føroyum.

– Høvuðsniðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at palliatión skal skipast í eini landsfevnandi tænastu, staðsett í Dronning Alexandrines Hospital á Landssjúkrahúsinum, har kommunulæknarnir og heimatænastan hava ein týdningarmiklan samskipandi leiklut í primera heilsugeiranum.

– Menningin á økinum hevur ikki staðið í stað, økini hava lagt seg eftir at nema sær vitan og kunn­leika innan palliativa økið – hetta í sjúkrahúsverkinum og á almennum stovnum.

– Tað er ikki í lagi, at ein álvarslig búskaparlig avleiðing o.a. íkemur fyri ein sjúkling og tey avvarðandi – og kemur oman á alt tað, sum í forvegin er trupult. Tað hevur stóran týdning fyri politisku skipanina at tryggja samskipan og eina miðvísa ætlan við leiðreglum fyri økið, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen í viðmerkingunum til fyrispurningin.