Kalpana: Mugu vísa tilflytaranum álit

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Kalpana Vijayavarathan er ph.d og granskari, og starvast dagliga sum lektari í enskum og undirvísing í enskum sum fremmandamáli á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Hon er ættað úr India og hevur búð í Føroyum í meiri enn 30 ár. Hon kom higar í 1991.

Kalpana hevur millum annað kannað og granskað, hvønn týdning mál og málsligir førleikar hava fyri integratión í einum samfelag. 

Hon heldur, at føroyingar stundum eru ov altráir eftir at fáa tilflytarar at tosa føroyskt og hava lyndi til at gloyma munin millum móðurmálið og onnur mál. Tí verður ikki í nóg stóran mun gáað eftir, at tað ikki er so lætt og einfalt at krevja av tilflytarum, at tey skulu læra málið og tosa føroyskt í Føroyum eftir stuttari tíð. Tað er sum oftast ein stór og krevjandi avbjóðing at læra eitt nýtt og fremmant mál, sum er annaðmál, sigur hon.

– Føroyingar mugu skilja, at tilflytarar hava ikki eitt kensluligt tilknýti til føroyska málið, tí tilknýtið er í móðurmálinum. Mál er samskifti, men mál er eisini samleiki, og tí ber illa til at nokta fólki rætt og atgongd til sítt móðurmál, sigur hon.

Tað átti ikki at verið so ókent og fremmant fyri føroyingar at ímynda sær, hvønn týdning móðurmálið hevur, heldur Kalpana. Hon vísir í hesum sambandi á søguliga stríðið at vinna júst føroyskum máli viðurkenning, tí fyri bara øld síðani var danskt myndugleikamál í Føroyum og málið í skúla, kirkju og samfelag.

Tí áttu føroyingar – um nakar – at vitað og virt, heldur hon, at tilflytarar, sum koma henda vegin, hava rætt til sítt móðurmál, kenslumálið, og bera mentanina úr heimlandinum við sær og stundum fylkjast í flokki saman við landsmonnum sínum. Júst sum tá ið føroyingar fylkjast í føroyingafeløgum í Danmark og aðrastaðni.

Kalpana heldur, at eingin missir nakað av at læra um onnur fólkasløg og aðrar mentanir. Tað ræður um at hava eitt opið sinni og taka væl ímóti tilflytaranum. Tá verður tað eisini lættari fyri tilflytaran sjálvan, sigur hon.

– Integratión hvílir í ávísan mun á hugburðinum hjá tí fólki og landi, ið tekur ímóti. Ein opin hugburður, ið vísir áhuga og tilflytaranum álit, stimbrar og styrkir um integratiónina. Mentanin í landinum hevur ein týðandi leiklut. Men mentan byggir eisini á persónligar upplivingar, og eru upplivingarnar hjá tilflytaranum í nærumhvørvinum keðiligar, er tað ikki fremjandi fyri integratiónina. Mentan kann eisini vera ymisk frá einum staði til annað, og ikki øll hava somu fatan og somu mentan. Til dømis er mentanin í Havn og úti um landið ikki altíð hin sama og sambærlig. Men eingin mentan er tó statisk. Mentanin er í støðugari broyting og broytist alla tíðina. Spurningurin er tí, hvør mentanin er, sum tilflytarin fær undirvísing í.

Kalpana sigur, at tað er ikki sum tilflytari, men sum granskari og undirvísari á Fróðskaparsetri Føroya, at hon úttalar seg í greinini, sum kann lesast í fullum líki í Skúlablað nummar trý, 2023.

Kelda: Jákup Bogi Joensen/Skúlablaðið