Kalt og kavi til fríggjadagin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Veðurstovan boðar frá kulda alla arbeiðsvikuna. Til og við hósdagin er eitt kalt vetrarligt høgættarrá yvir Føroyum við kavaælaveðri. Fríggjadagin verður broyting í veðrinum, og tað verður lýggjari.


Mánadagur

Frískt lot upp í strúk av landnyrðingi, 7 til 12 m/s, skiftandi skýloft og stundum kavaælaveður. Um náttina veksur hann vindin upp í strúk í vindi ella skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s. Hitin úr frostmarkinum og niður í 4 kuldastig.

Týsdagur

Strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Um kvøldi minkar hann vindin niður í frískan vind ella hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og stundum kavaælaveður. Hitin úr frostmarkinum og niður í 4 kuldastig.

Mikudagur

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, sum um náttina minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og stundum kavaælaveður. Hitin um frostmarkið og upp í 3 hitastig.

Hósdagur

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og kavaælaveður. Sum frá líður fer hann at mæla av ymsum ættum og tað verður longri ímillum kavaælini. Um kvøldi skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

Fríggjadagur

Frískt lot til frískan vind um sunnan, 5 til 10 m/s, sum veksur upp í frískan vind ella hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og fyrst yvirhøvur turt, um kvøldið og um náttina vátakavi ella regn. Hitin 2 til 6 stig.