Kanna samstarv við Artisk Kommando um bjargingartyrlu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fiskimálaráðið fer at kanna møguleikarnar fyri, um Arktisk Kommando kann vera í føroyskum øki við eini sínari sjóverjutyrlu, tá føroyska bjargingartyrlan verður groundað.

Spurningur er reistur, eftir at hvørgin av teimum báðum tyrlunum hjá Atlantsflogi var tøk, tá ein eldri maður í Suðuroy brádliga gjørdist illa sjúkur í januar í ár. Suðuroyar Sjúkrahús metti tørv vera á at fáa mannin sendan á Landssjúkrahúsið, men tá var eingin tyrla tøk. Í staðin varð hann sigldur norður við Brimli.

Spurningurin er, hví føroyskir myndugleikar ikki gera eina avtalu við Arktisk kommando um at hava eina tyrlu í føroyskum øki, tá føroyska bjargingartyrlan t.d. er til eftirlit.

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, sigur soleiðis í dag. Hoyr ljóðsamrøðuna niðanfyri.