Í gjár var løgreglan úti og gjørdi eitt ferðsluátak at kanna ferðsluna. Hetta var í Kollafirði og á Glyvrum.
Nøkur mál vórðu skrivaði niður.
Fyrst var løgreglan inni í Firði í Kollafirði, og har vórðu tvey mál skrivað niður í samband við ferð. Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu ov skjótt í bygdum øki, og teir fáa eisini eina bót sendandi, ið ljóðar upp á 2.500 krónur í bót í part.
Seinni í gjár var løgreglan eisini inni á Glyvrum, har ferðslan bleiv kannað á Glyvravegnum, og har vórðu fýra mál skrivað niður í svørtubók – trý mál, har fólk tosaðu í fartelefon, meðan tey koyrdu og so hevði ein bilførari gloymt trygdarbeltið, meðan hann koyrdi.
Hesi fýra fáa øll eina bót sendandi.