,

Kanningar av orkumøguleikunum á Fossum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Klaksvíkar kommuna og Jarðfeingi hava samstarvað um at kanna møguleikarnar fyri alternativari orku í útstykkingini á Fossum. Áhugin hevur serliga verið fyri sjóhita, gagnnýtslu av tunnilsvatni og jarðhitaboring.

Jarðfeingi vísti stóran áhuga fyri økinum og søkti um stuðul til at gera royndarboringar við jarðhitaholum. Stuðulin varð veittur av Orkustuðulsjáttanini, sum var á fíggjarlógini 2022. Verkætlanin var kostnaðarmett til 331.200 krónur. Jarðfeingi fekk 165.600 krónur í stuðli, meðan Jarðfeingi og Klaksvíkar kommuna fíggjaðu restina saman.

Felagið Bora stóð fyri boringini, og niðurstøðurnar vísa, at grundvatnsspegilin í boringini á Fossum er 83,75 metrar undir yvirflatuni. Hetta ger, at holið ikki er egnað til at máta hitan á grótinum fyrr enn eftir 375,25 metra dýpi. Jarðhitavøksturin varð eisini staðfestur at vera lágur, umleið 0,25 ℃/100 m.

Hóast tað ikki kann sigast við vissu, er væntandi, at grundvatnsspegilin í jarðhitaboringum í økinum á Fossum fer at vera sera lágur. Úrslitið veldst tó um, um boringin rakar vatnríkar rivur og hvussu langt niðri í boringini hetta er.