Kanningin um Jacob Vestergaard verður løgd fram í dag

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í dag klokkan 13 fæst at vita, um Jacob Vestergaard, tá hann var landsstýrismaður i fiskivinnumálum, hevði røttu embætisførsluna í samband við útlutingar av fiskirættindum í 2020 og 2021.

Í hesum sambandi verður tíðindafundur í Løgtinginum klokkan 13.

Tað var í mars í fjør, at Jógvan á Lakjuni, táverandi løgtingsformaður, tilnevndi Ken Nónklett, sakførara, til kanningarstjóra, ið skuldi kanna, um Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøkið á lógligan hátt í sambandi við útlutingar av fiskirættindum í 2020 og 2021.

Setanin av kanningarstjóranum í hesum málinum tók drúgva tíð. Hetta komst av, sambært táverandi løgtingsformanni, Jógvan á Lakjuni, at arbeiðssetningurin hjá kanningarstjóranum var skerdur í mun til upprunaligu umbønina frá 15 tinglimum.

Umsitingin hjá løgtinginum gjørdi vart við, at grundarlag var ikki fyri at seta kanningarstjóra at kanna tíðarskeiðnum frá 2010 og frameftir, og heldur ikki fyri tíðarskeiðið 2018-2019.