Aksel V, Johannesen, løgmaður, heldur í dag sína sjeyndu setanarrøðu í Løgtinginum.
Ólavsøkurøðan vera ein fráboðan frá løgmanni um støðina í landinum og hvat landsstýrið og samgongan ætla at fremja í tingárinum.
Løgmaður byrjaði røðu sína við at samanbera politikk við telving og hann segði fyrst í røðuni:
-Men lat meg gera púra greitt: Okkara harðasta talv er móti umheiminum. Ikki hvør øðrum. Vitmugu tí vera kappingarfør á øllum økjum. Sosialt. Mentanarliga. Útbúgvingarliga.Fíggjarliga.Og vinnuliga.
Á nøkrum økjum standa vit okkum sera væl. Á øðrum hava vit avbjóðingar og mugu finna sterkastu leikirnar.