Nú fyrsti FM-kappróðurin verður á Norðoyarstevnu í Klaksvík um vikuskiftið, verður ein kappróðarsendig á FM1 klokkan 16.00 týsdagin.
Gestir í sendingini verða Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandinum, Jan Herman Hansen, fyrrverandi formaður í Róðrarsambandinum og útvarpsmaðurin Suni Merkisstein, sum í eitt mannaminni hevur varpað Kappróður út í útvarpinum. Vertur í sendingini er Árni Gregersen
Eftir ætlan verða fleiri kappróðrasendingar í summar.