,

Karlot: Etur ein nýggjur kópastovnur laksin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

– Er tað ein nýggjur kópastovnur, sum hevur spesialiserað seg til at taka laks?

Tað er ein av spurningunum, sum Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, setur Høgna Hoydal, landstýrismann í vinnumálum, um fellið í alivinnuni orsakað av kópi.

Karlot Hergeirsson vil vita, um kópastovnurin undir Føroyum er vaksin, og um fellið í alivinnuni skyldast, at alarar ikki hava loyvi at skjóta kóp,

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Karlot Hergeirsson, at í 2023 var fellið knapt 400.000 laksar, ein øking á 1.200% samanborið við 2022.

Hetta fellið kostar alivinnuni 168 mió. kr. Ein fíggjarligur smeitur, sum krevur átøk fyri at fyribyrgja framtíðar skaða.

Hvat er orsøkin til hetta fellið, spyr Karlot Hergeirsson.

Karlot Hergeirsson sigur, at tað var við ynski frá Havbúnaðarfelagnum, at ein broyting varð samtykt í seinasta løgtingskeiði, so at alarar ikki kunnu skjóta kóp. Hetta fyri ikki at vera útihýstir frá amerikanska marknaðinum.

Karlot Hergeirsson heldur, at um kópastovnurin er vaksin, átti loyvi at verið givið at skjóta kóp aftur niður til tað normala, uttan at seta amerikanska marknaðin í vanda.