Danski landsliðsvenjarin Kasper Hjulmand leingir sáttmálan við danska landsliðið framm til 2026.
Sjálvt um tað danska A-landsliðið hevði eitt skuffandi HM endaspæl í Katar og eitt nakað yvirraskandi tap á Kasakhstan í mars, so hevur DBU valt at forleingja sáttmálan við Kasper Hjulmand.
Danmark eru í bólki við Slovenia, Kasakhstan, Finland, Norðurírland og San Marino um at koma við til EM endaspælið, sum verður næsta ár í Týsklandi.
Danskarnir hava næsta dyst ímóti Norðurírland í Parkini tann 16. juni, síðani skulu teir til Slovenia tríggjar dagar seinni.
Kasper Hjulmand hevur verið venjari hjá danska A-landsliðnum síðani hann tók yvir Åge Hareide í juni 2019.