Ein 32 ára gomul kvinna varð í Føroya rætti í gjár dømd 40 daga treytaða fongsulsrevsing fyri harðskap og hóttanir.
Kvinnan varð dømd fyri í desember mánaði í 2021 á einari bensinstøð í Havn at hava skumpað eitt starvsfólk hart í bringuna og fyri at hava kastað eitt sodavatns- ella ølblikk í beinið á starvsfólkinum.
Eisini hevði kvinnan rópt “Eg skal fucking drepa teg” ella líknandi eftir starvsfólkinum.
Ákærin sigur við midlar.fo, at kvinnan var ávirkað av rúsdrekka, tá tilburðurin fór fram.
Ákæruvaldið kravdi 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing, men dómarin kom til ta niðurstøðu, at eftirsum at hetta var fyrsta harðskapsmálið hjá kvinnuni, var ov mikið við 40 daga treytaðari fongsulsrevsing.