Louise Herping Ellegaard er íleggjari og ein av stovnarunum av Clio, som hon seldi i 2018. Harafturat er hon ein av leyvunum í vælumtóktu sendingini ‘Løvens Hule’ á DR1.
Louise er ein av stovnarunum av Clio, sum er ein av fyrstu slóðbrótandi fyritøkunum innan undirvísing og tøkni. Clio hevur ment ein talgildan plattform til fólkaskúlan og í tíðarskeiðinum frá 2006-2018 var Louise leiðari í fyritøkuni, sum hevði áleið 200 starvsfólk í Danmark, Svøríki og Ukraine og ein umsetning á yvir 100 milliónir kr.
Frá íverksetara til íleggjara
Í 2018 seldi Louise og hinir stovnararnir av Clio teirra part av fyritøkuni til svenska fjølmiðlasamtakið Bonnier fyri áleið 300 milliónir kr. Í dag brúkar hon hennara drúgvu royndir innan íverksetan og leiðslu at hjálpa start-up og scale-up fyritøkum, sum hon er íleggjari í. Harumframt er hon nevndarlimur og ráðgevi hjá fleiri íverksetarum.
Á Tonik luttekur Louise í einum orðaskifti, ið fer at snúgva seg um íløgur, saman við Heina Zachariassen, stovnara av Vivino, og Jenni Chance, Chief of Staff, Global Private Business í PricewaterhouseCoopers.
Atgongumerki til Tonik 2025 fáast á www.tonik.fo