Heimasíðan hjá SMS hevur langa grein um, Niels Mortensen stjóra í SMS, sum nærum er uppvaksin í SMS, sum pápi hansara, Hans Mortensen stovnaði. Alt SMS-samtakið er nú selt íslendska samatakinum Hagar hf.
Niels Mortensen minnist enn fyrstu ferð, hann sá modellið av SMS á skrivstovuni hjá pápanum, tá hann var seks-sjey ára gamal. Nú, tá ið avtalan um at selja íslendingum SMS-samtakið er undirskrivað, er tað bæði kensluborið og ein lætti fyri hann.
Ein dagin í mai kom ein føroyskur umboðsmaður fyri eina íslendska fyritøku á gátt á skrivstovuni hjá Niels Mortensen. Hann hevði við sær eitt tilboð um at keypa alt SMS-samtakið. Hetta tilboðið kom samstundis, sum Niels Mortensen sjálvur hevði gingið og hugsað um framtíðina hjá fyritøkuni, tí hann sjálvur nærkast 58 árum og visti, at hann ikki verður partur av SMS í 50 ár afturat.
Fimm mánaðir seinni, 22. oktobur, undirskrivaði Niels avtalu við íslendska samtakið Hagar hf, sum keypti allan partapeningin í pf SMS.
– Hetta var øgiliga kensluborið fyri meg. Eg eri uppvaksin við SMS, og hetta hevur fylt meginpartin av mínum lívi. Men eg eri soleiðis innrættaður, at tá ið avtalan var undirskrivað, er ein nýggjur veruleiki. Nú er tað ein lætti, tí nú er framtíðin hjá SMS avklárað, og tað er rættiliga týdningarmikið fyri meg, sigur Niels Mortensen.
Niels Mortensen vaks upp við SMS. Pápin, Hans Mortensen átti grillbúðina Zanzibar, og millum pylsur, sodavatn og fritururoyk sá Niels Mortensen fyrst modellið av SMS.
– SMS læt upp í 1977, men pápi mín var farin í gongd næstan tíggju ár frammanundan. Hann arbeiddi í Magasin, tá ið hann búði í Danmark, og tað er helst haðani, hann fekk íblásturin til SMS. Tað regnar illa í Føroyum, so tað var jú upplagt, minnist Niels Mortensen.
Niels Mortensen sjálvur hevur arbeitt í SMS síðan hann var 11 ára gamal og hevur verið stjóri síðan 2006. Mortensen-ættarliðini hava átt og stjórnað SMS frá byrjan.
Sølan hevur elvt til kjak á sosialu miðlunum, har fólk eru stúrin um, at útlendingar yvirtaka føroyskar fyritøkur. Niels Mortensen skilir væl, at fólk kunnu vera ørkymlað av, hvat nú fer at henda við SMS. Hann er tó vísur í, at samstarvið við íslendingar fer at menna fyritøkuna og økja vøruúrvalið.
– Í hesum slagnum av vinnu er umráðandi at vera stórur. Rákið um allan heimin er, at fyritøkur verða miðsavnaðar og gerast alsamt størri, sigur Niels Mortensen.
Niels hevur bundið seg til at vera stjóri í minst hálvtfjórða ár eftir yvirtøkuna, ein treyt frá íslendsku keyparunum. Niels Mortensen og hin partaeigarin í SMS-samtakinum, Mortan Johannesen, hava eisini keypt seg inn í íslendska samtakið Hagar og eru nú millum fimtan størstu eigararnar í samtakinum.
– Allir føroyingar, eisini pensjónsfeløgini, hava nú møguleika at keypa seg inn í SMS við at keypa partabrøv í Hagar-samtakinum, vísir Niels Mortensen á.
Øll greinin er á heimasíðuni hjá SMS.