KÍ skuldi verja 2-1 leiðsluna frá Tórsvølli í síðstu viku, og hóast Luc Kassi mundi gjørt hesa uppgerðina sera spennandi, so gjørdust KÍ-spælararnir ov stuttir í dag, men KÍ gav Molde ein ordans dyst, og tað var ikki fyrr enn í longdu leiktíðini, at avgerðin fall og norsku meistararnir nú skulu spæla móti Galatasaray, meðan KÍ nú skal antin møta Bate Barisov ella Sheriff Tiraspol úr pro-russisku enklavuni í Moldova, Transnistria.
Molde legði trýst á beinavegin í byrjanini, og longu eftir átta minuttum lá bólturin í KÍ-málinum, men lukkutíð kom VAR KÍ til hjálpar, tí ein av Molde-spælarunum hevði verið innanfyri KÍ-verjuna, tá hann móttók bóltin.
Men KÍ kom ikki yvir hendan hvøkkin, og liðið hevði trupult við at fáa nakað skilagott spæl í gongd. Heldur var tað Molde, sum helt fram at trýsta, og tað gav eisini úrslit tíggju minuttir seinni, tá Molde legði seg odda 1-0 eftir hornaspark, ið Kristian Eriksen skoraði við høvdinum.
Eftir málið minkaði trýstið nakað á KÍ-verjuna, men tað var enn Molde, sum stýrdi dystinum.
Tað sást væl, hvat Molde-menn ætlaðu sær, tá teir høvdu bóltin. Ofta royndi Molde at koma afturum KÍ-verjuna úti í síðunum, og ofta var tað heilt nær við, at ein Molde-spælari slapp fríur úti í síðuni, men tíbetur fyri KÍ vóru innleggini ofta óneyv ella kom ein KÍ-fótur ella høvd fyri, áðrenn tað gjørdist heilt vandamikið.
KÍ hevði ikki nakran stórvegis málmøguleika í fyrra hálvleiki, spælið hekk illa saman, og tí var tað kanska heppið fyri KÍ, at tað bara var 1-0 til Molde í hálvleikinum.
Dystargongdin var tann sama í byrjanini av seinna hálvleik; Molde trýsti, meðan KÍ vardi. KÍ fekk nakrar ávaringar, har bólturin varð stungin inn í millum KÍ-verjuna, men KÍ byrjaði so smátt at bita frá sær. Fyrst fekk Árni Frederiksberg ein kjans at skjóta móti Molde-málinum, tá hann kanska kundi havt spælt onkran annan KÍ-ara leysan, og løtu seinni kom Luc Kassi í góða skotstøðu, men bólturin fór beint á málverjan.
Tá tað restaði eitt korter fekk KÍ størsta málmøguleikan í dystinum. KÍ hevði horna í høgru, og tá er Árni farligur við innleggi, sum skrúvar inneftir. Hann hamrar bóltin inn, og har setir Luc Kassi høvdið á bóltin, ið brestir á tvørstongina og niður í svørðin, men tíverri uttanfyri mállinjuna.
Luc Kassi var aftur nær við, tá tað restaði tíggju minuttir, tá hann fangar ein retur eftir horna, men skotið fór beint við síðuna av.
Molde trýsti nógv síðstu løtuna og vóru eisini heilt nær við at avgerða uppgerðina, men hepnið var við klaksvíkingum.
1-0 til Molde og samanlagt 2-2, tá dómarin floytaði dystin av, og so skuldu longd leiktíð til.
Molde helt fram at trýsta í longdu leiktíðini, men hóast KÍ-spælararnir byrjaðu at síggja eitt sindur troyttir út, so kom KÍ til onkran hálvan kjans.
Men orkan gekk spakuliga undan hjá KÍ-spælarunum, sum høvdu trupult við halda stand. Og í 112. minutti gekk tað galið, tá KÍ hevur trupult við at rudda vekk eftir horna. Skotið var bæði eina og tvær ferðir, men í triðja førinum støkkur bólturin út til Martin Linnes, ið skjýtur eitt gott skot móti málinum, sum tíverri fyri KÍ og KÍ-viðhaldsfólk fór í málið. 2-0 til Molde, sum eisini bleiv endaliga støðan í dystinum.
Molde vann samanlagt 3-2 og heldur tí fram í Champions League, meðan KÍ nú flytur eina deild niður og skal nú spæla at koma í bólkaspælið í Europa League.