Sunnudagin klokkan 15 sigur Rúni á Reynatrøð frá dystinum við Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og HB, og Trygvi Absalonsen sigur frá dystinum í Hólmanum á Eiði millum EB/Streym og Víking. Viðmerkjari hjá Rúna verður Regin Sivertsen, og viðmerkjari hjá Trygva verður Gert Hansen, ið er ein legenda hjá bæði EB/Streymi og Víkingi.