, ,

KÍ kann møta Galatasaray

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Lutakast hevur í dag verið í Nyon í Sveis, hvussu spælast skal í play-off dystunum til bólkaspælið í Champions League.

Lutakastið hættaði seg soleiðis, at megnar KÍ at koma víðari úr triðja umfari í Champions League-undankappingini, so skal KÍ møta vinnaranum av Olimpija Ljubljana úr Slovenia og Galatasaray úr Turkalandi.

Fyrru dystirnir, í play-off til bólkaspælið í Champions League, verða leiktir tann 22/23. august, meðan returdystirnir skulu spælast 29/30. august.

Vinnarin av dystinum millum KÍ og Molde hevur heimavøll fyrst.

Tapir KÍ samanlagt fyri Molde, so skal KÍ møta antin Sheriff Tiraspol úr Moldova – ella har liðið veruliga er frá; úr russiska lýðveldinum í Moldova, Transnistria, ella BATE Barysaŭ úr Belarus.