Trygvi Absalonsen sigur hósdagin beinleiðis frá fyrsta evropeiska bólkaspælsdystinum á føroyskari jørð, dystinum á Tórsvølli millum KÍ og franska risan, Lille á Tórsvølli í bólki A í Europa Conference League. Dysturin byrjar klokkan 17.45 og sendingin byrjar klokkan 17.30. Viðmerkjari verður Eli Simonsen, fyrrverandi leikari á besta liðnum hjá KÍ.
