KÍ mátti stríðast móti 07 Vestur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Betrideildin Menn
KÍ – 07 Vestur 3-1 (1-1)

07 Vestur gjørdi sítt fyri at halda spenninginum í dystinum, og KÍ avgjørdi ikki dystin endaliga fyrr enn í seinasta minutti.

Tað tók eina løtu, áðrenn KÍ fekk hol. Í 22. minutti legði Páll Klettskarð, hvør annar, KÍ fram um eftir ætlan. Men 07 Vestur svaraði aftur beinanvegin við málið, sum Casper Gedsted Hansen skoraði.

Í seinna hálvleiki var tað aftur Páll Klettskarð, sum legði KÍ fram um, men hóast KÍ hevði spælið, so hevði 07 Vestur onkran góðan møguleika at javna.

Í yvirtíðini avgjørdi Deni Pavlovic dystin, og KÍ hevur sett kós móti at endurvinna meistarheitið, sum glapp teimum av hondum í fjør.