KÍ og NSÍ hava sera góð kort á hondini undan dagsins dystum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

KÍ og NSÍ spæla í dag seinnu dystirnar í 1. umfari í Conference League, og bæði liðini hava sera gott útgangsstøði við sær frá fyrru dystunum, sum vóru spældir í seinastu viku.

KÍ gjørdi ikki mætari enn at vinna 2-1 móti SJK Seinäjoki á útivølli í Finnlandi, og KÍ var, sum heild betri enn finska liðið, sum hevur føroyska Samuel Chukwudi á liðnum.

Eisini NSÍ vann sær óvæntað sera gott útgangstøði, tá ið er vunnu á heimavølli heili 4-0 móti finsku HJK Helsinki.

HJK og NSÍ spæla klokkan 17.00 seinnapartin. Tað ber til at keypa sær atgongd at síggja dystin her.

KÍ og SJK Seinäjoki spæla við Djúpumýrar í Klaksvík klokkan 19.45. FM1 sigur frá dystinum í Klaksvík, og dysturin verður stroymdur á KÍ-varpinum.

Kemur KÍ víðari, skulu teir spæla móti serbiska liðnum FK Radnički í 2. umfari. NSÍ skal spæla móti bulgarsku PFC Arda Kardzhal um teir koma víðari. Teir dystirnir verða spældir 24.- og 31. juli.