KÍ og Víkingur í finaluni um Løgmanssteypið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Júst sum væntað, eru Víkingur og KÍ í steypafinaluni um Løgmanssteypið.

Tað mesta sýntist avgjørt áðrenn seinnu finalurnar í gjárkvøldið, tí KÍ hevði vunnið 4-0 móti 1. deildar liðnum AB í fyrra dystinum, og á Toftum hevði Víkingur vunnið 2-0 móti B68.


Úti á Argjum gekst akkurát sum væntað. KÍ spardi onkrar leikarar, men liðið var framvegis sterkt, og hevði fullkomið tamarhald á støðuni.

Páll Klettskarð skallaði KÍ fram um. Men AB javnaði beinanvegin, tá ið Søren Samulsen, skallaði ein bólt í málið, tá ið KÍ ikki kláraði at skalla eitt frísparksinnlegg burtur.

Restina av dystinum hevði KÍ bóltin, men tað var ikki fyrr enn í eitt korter fyri tíð, at Patrik Johannesen gjørdi tað til 2-1, eftir at Bjarki Nielsen hjá AB misti bóltin á egnari hálvu.


Í Gøtu megnaði B68 heldur ongantíð at skapa nakran spenning í seinnu hálvfinaluni. B68 hótti ongantíð veruliga Víking, og tá ið Olaf Bárðarsson skoraði eftir skjót mótálop beint eftir steðgin, var alt avgjørt.

Eitt korter fyri tíð ruddaði Poul Kalsberg allan iva burtur, tá ið hann úr sera spískum vinkli gjørdi tað til 2-0, eftir at málverjin hjá B68, Tórður Thomsen, klossaði bóltin í málið.

Lagt er upp til eina spennandi finalu um Løgmanssteypið millum KÍ og Víking fríggjadagin 31. oktobur.