KÍ og Víkingur spæla týðandi evropeiskar dystir í kvøld

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í kvøld spæla KÍ og Víkingur seinnu dystirnar í 3. umfari í Conference League.

KÍ skal á útivølli spæla móti Neman Grodno úr Hvítarusslandi. Dysturin, sum verður spældur í Ungarn, byrjar klokkan 19.00 føroyska tíð. Fyrri dysturin á Tórsvølli endaði 2-0 til KÍ, sum sostatt hevur hevur sera gott útgangsstøði at spæla seg víðari. Hjá KÍ eru nærum allir mans tøkir.

Víkingur skal spæla móti Linfield í Belfast í Norðurírlandi. Dysturin byrjar klokkan 19.45. Fyrri dysturin endaði 2-1 til Víking. Hjá Víkingi eru allir mans klárir til dystin.

Vinnararnir í 3. umfari fara víðari til avgerandi dystir, har møguleiki er spæla seg víðari til sjálvt bólkaspælið í Conference League.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum hjá Víkingi. Vit byrja at senda klokkan 19.40. Rúni á Reynatrøð varpar dystin út.


KÍ vísir sín dyst í KÍ-varpinum, og dysturin verður eisini vístur á Solidsport.

Dysturin hjá Víkingi sæst á Solidsport. Eisini vísir Víkingur dystin á stórskíggja í Víkingahúsinum.