Betrideildin menn
KÍ – TB 10-0 (5-0
KÍ sat á dystinum móti TB frá byrjan, og frá tí at Árni Frederiksberg legði TB fram um í tíggjandi minutti var ongantíð nakar ivi um útslitið.
KÍ var veruliga væl fyri, og álopini skolaðu móti málinum hjá TB. TB hevði ongan roynd móti málinum, einki blokerað skot og einki hornaspark. Teir høvdu tó eitt skot framvið málinum. Annars vóru teir valla frammanfyri miðjuna.
KÍ skoraði fimm mál í hvørjum hálvleiki. Fyri steðgin skoraðu Árni Frederiksberg tvey, Dávid Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen og Páll Klettskarð. Í seinna hálvleiki skoraðu Páll Klettskarð tvey, Patrik Johannesen tvey og Odmar Færø.
KÍ hevur veruliga fingið gongd á málskjótingina seinastu dystirnar, og hevur seinastu tríggjar dystirnar skorað átjan mál.
KÍ hevur framvegis fult stigatal. Í næsta umfari, sum er tað seinasta í fyrsta triðinginum, verður eitt veruligt oddabrak, tá ið KÍ skal til Runavíkar at spæla móti NSÍ, sum eisini hevur fult stigatal.
Betrideildin menn: KÍ – TB 10-0 (5-0)

Stigatalva í Betrideildini menn
Lið | D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
1 | KÍ | 8 | 8 | 0 | 0 | 30 | 3 | 27 | 24 |
2 | NSÍ | 7 | 7 | 0 | 0 | 33 | 5 | 28 | 21 |
3 | HB | 7 | 5 | 0 | 2 | 17 | 12 | 5 | 15 |
4 | B36 | 7 | 4 | 1 | 2 | 13 | 11 | 2 | 13 |
5 | Víkingur | 7 | 2 | 2 | 3 | 6 | 8 | -2 | 8 |
6 | EB/Streymur | 7 | 2 | 1 | 4 | 7 | 16 | -9 | 7 |
7 | FC Suðuroy | 7 | 2 | 0 | 5 | 3 | 14 | -11 | 6 |
8 | TB | 8 | 1 | 2 | 5 | 8 | 24 | -16 | 5 |
9 | B68 | 7 | 1 | 1 | 5 | 5 | 19 | -14 | 4 |
10 | 07 Vestur | 7 | 0 | 1 | 6 | 6 | 16 | -10 | 1 |