Í fótbólti finnast nógv hagtøl. Eitt av hesum hagtølum, ið er áhugavert og vekjur nógvan áhuga, er xG. Hetta fyribrygdið, verður eisini nevnt væntað mál. xG er grundað á støddini á einum málmøguleika frá einari ávísari støðu. Her verður tikið hædd fyri, hvussu bólturin verður avleveraður, hættirnir bólturin ferðast og so framvegis.
Júst hvussu stórur ein málmøguleiki er, verður í dag grundað á túsind tals líknandi støður í fótbólti kring allan heimin. xG tekur ikki hædd fyri hvør leikarin er, ið eigur málroyndina.
Niðanfyri eru hagtøl úr Betri Deildini. Hesi hagtøl taka hædd fyri royndir á mál, bæði innanfyri- og uttanfyri brotsteigin. xG er roknað, í mun til tær royndir liðið hevur og síðani ein samlað úrtøka í %.
Kappingarárið 2024, vóru 3.673 royndir móti málinum, í Betri Deildini. Í brotsteiginum vóru 2.311 royndir, ið svarar til 62,9% og 1.362 royndir uttanfyri brotsteiginum (37,1%). Hagtølini fyri royndir móti máli, samsvara væl við tølunum, eitt nú í Premier League.
Talið av royndum uttanfyri brotsteigin er støðugt minkandi í fótbólti. Í Premier League vóru 48,2% av øllum royndum móti málinum, uttanfyri brotsteigin í 2013-14. Sannlíkindi eru fyri, at tølini eru minkandi, tí at xG vísir á, at sannlíkindi fyri at fáa mál úr longri frástøðu eru lág.
Í 2024, var KÍ liðið, ið hevði flest royndir á mál í Betri Deildini, bæði innan- og uttanfyri brotsteigin, við 526 royndum. Skála hevði fægst royndir innanfyri brotsteigin (151) og ÍF hevði fægst royndir uttanfyri (89). ÍF, var somuleiðis liðið, ið hevði fægst royndir á málið, 85.
Víkingur hevði flest royndir á málið, við 199 royndum og skoraði eisini flest mál, 79. B68 var liðið, ið skoraði fægst mál, 23 og var eisini liðið, ið hevði ringastu úrtøku,, við bert 6,74%, av øllum ronydu,.
Í mun til xG, hevði KÍ stórsta negativa munin. xG hjá KÍ var 72,96, men megnaðu bert at skjóta 55 mál. Hetta merkir, at teir høvdu eitt xG minus á heili 17,96.
Meistaraliðið úr Gøtu og Leirvík høvdu, sum nevnt flestar royndir á málið. Víkingur skeyt 79 mál og høvdu bestu úrtøku, tá hædd verður tikið fyri xG, ið var +8,85. Í prosentum, var úrtølan hjá Víkingi eisini tann besta í Betri Deildini við 17,03%. Sí listan niðanfyri fyri fleiri hagtøl.
Tað finnast nógvar tænastur, ið viðgera xG. YouTube brotið niðanfyri, vísir hvussu xG verður mett.