Betrideildin menn:
B36 – KÍ 0-3 (0-1)
B36 royndi frá byrjan at leggja trýst á KÍ langt frammi á vøllinum. Serliga løgdu teir báðir áleypararnir Pætur Petersen og Tobias Hansen stórt trýst á verjuna hjá KÍ í uppspælinum, og tað eydnaðist í ávísan mun. Tað órógvaði KÍ nakað, og B36 kom í onkrar góðar støður.
KÍ kom tó skjótt betri við í dystin, og eisini KÍ hevði onkrar góðar støður, og serliga komu teir til fleiri innlegg úr høgru síðu.
Í 17. minutti kom KÍ aftur í gjøgnum í høgru síðu, og hóasta eingin veruliga vandi var á ferð, so endaði álopið við, at miðverjin hjá B36, Bogi Reinert Petersen, sparkaði bóltin á Hall Hansson og haðani sprakk bólturin í málið.
B36 helt fram at vera ágangandi í trýstinum, men varð framvegis ikki til nakran veruligan møguleika.
Tað hendi ikki tað stóra restina av fyrra hálvleiki. Pætur Petersen fór at bløða næsablóð eftir ein luftdyst móti Halli Hansen, og nakrar minuttir seinni hevndi Pætur seg móti Halli við einari ljótari takkling, sum gav gult kort.
KÍ hevði alt spælið fyrst í seinna hálvleiki, og first hevði Filip Brattbakk hevði ein rimmar møguleika, sum Silas Eysteinsson bjargaði meistarliga.
Løtu seinni var tó einki at gera, tá ið Daniel Johansen sendi ein neyvan bólt inn um verjuna hjá B36 beint í høvdið hjá Páll Klettskarð, sum við frálíkum skallara stýrdi bóltinum í málið.
Nú var einki at gera hjá B36. KÍ stýrdi spælinum fullkomiliga, og tað var leingi í millum, at B36 var á hálvuni hjá KÍ.
Inn í millum kom B36 tó fram á vøllin, men tað var bara til nøkur hornaspørk, og eina einstaka langskotsroynd á málið.
Eitt mál kom afturat í dystinum. Verjan hjá B36 kloddaði bóltin burtur, og púra leysur við málverjanum skoraði Árni Frederiksberg trygt.
Úrslitið var ikki nógv at siga til. KÍ var einfalt nógv betri enn B36, og tá hevði ein enntá varhugan av, at KÍ minst hevði eitt gir afturat, um tað var neyðugt.
Leikararnir hjá KÍ eru allir bólttryggir. KÍ eru tað einasta liðið hetta kappingarárið, sum veruliga megnar at spæla skjótt og neyvt, og tað er sera torført at síggja, at nakað av hinum liðnum fer at taka nakað stig frá teimum. Næsta umfar skal nummar tvey HB, so vita, um teir megnaði nakað móti suverenu klaksvíkingunum.
Hjá B36 tykist alt steðga upp. Men tað vóru onkrir glottar tíðliga í dystinum í dag, og flestu leikararnir á vøllinum vóru ungir leikarar, sum til ber at byggja liðið víðari á komandi árini..
Betrideildin menn:
B36 – KÍ 0-3 (0-1)
0-1 Hallur Hansson (17. min)
0-2 Páll Klettskarð (54. min)
0-3 Árni Frederiksberg (84. min)
Nr | LIÐ | D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig |
1 | KÍ | 18 | 17 | 1 | 0 | 62 | 8 | 54 | 52 |
2 | HB | 19 | 14 | 2 | 3 | 45 | 29 | 16 | 44 |
3 | NSÍ | 19 | 13 | 3 | 3 | 71 | 25 | 46 | 42 |
4 | Víkingur | 19 | 9 | 4 | 6 | 29 | 22 | 7 | 31 |
5 | B36 | 19 | 7 | 4 | 8 | 29 | 33 | -4 | 25 |
6 | EB/Streymur | 18 | 6 | 5 | 7 | 20 | 31 | -11 | 23 |
7 | B68 | 19 | 5 | 4 | 10 | 24 | 45 | -21 | 19 |
8 | FC Suðuroy | 19 | 4 | 1 | 14 | 17 | 47 | -30 | 13 |
9 | TB | 19 | 2 | 5 | 12 | 20 | 58 | -38 | 11 |
10 | 07 Vestur | 19 | 2 | 1 | 16 | 21 | 40 | -19 | 7 |