,

KÍ-Varpið vísir dystin mikukvøldið

Skrivað

FM1

Dagfesting

Spenningur er undan seinna dystinum í fyrsta umfari í Champions League, har KÍ hevur ein 2-0 sigur við sær til Luksemburg.

Hóast KÍ var undir stórum trýsti stóran part av dystinum í Klaksvík, so syrgdi Árni Frederiksberg fyri einum 2-0 sigri til KÍ. Hetta merkir, at Déifferdange skulu vinna við tveimum málum mikukvøldið, fyri at fáa dystin út í longda leiktíð.

Dysturin verður spældur mikukvøldið 17. juli á Stade Municipal de la Ville de Differdange, og dysturin byrjar klokkan 18.

Tað ber til at síggja dystin í annaðkvøld, men til tað krevst, at tú keypir dystin á KÍ-Varpinum. Trýst HER.