KÍF vann seg og VÍF í hálvfinalunar í steypakappingini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi steypakappingini menn, bólkur 1
Neistin – KÍF VÍF 25-30 (13-15)

Við sigri á Neistanum í høllini á Hálsi vann KÍF seg í hálvfinaluna í Faxe Kondi steypakappingini. Nú øll liðini í bólki 1 hjá monnunum hava spælt tveir dystir, hava KÍF og VÍF fýra stig hvør, meðan Neistin og H71 2 hava einki stig. Tað merkir, at KÍF og VÍF hava spælt seg í hálvfinalurnar, og tey bæði liðini spæla 11. desembur móti hvør øðrum, um hvør skal vinna bólkin.

Dysturin millum Neistan og KÍF í kvøld var javnur næstan allan vegin. KÍF var tó eitt ella tvey mál framman fyri alla tíðina, eftir at tað stóð 5-5, tá ið 10 minuttir vóru spældir.

Tá ið 51 minuttir vóru spældir minkaði Neistin til 23-24. Men so skoraði KÍF fimm mál á rað upp á fýra minuttir, og dysturin var avgjørdur. KÍF vann dystin 30-25, og nú bíða hálvfinalur einaferð fyrst í 2025.

Lýðar í Dímun var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum, og Mikkel Vinther skoraði eisini sjey mál fyri kollfirðingar.

Dómaraseðil á hsf.fo

Stigatalva í bólki 1 í Faxe Kondi steypakappingini menn

DystirVunnin málTapt málMunurStig
VÍF27643334
KÍF25846124
Neistin25065-150
H71 223969-300