Kina er nú heimsins størsti útflytari av bilum.
Fyrsta ársfjórðingin í ár útflutti Kina 1,07 milliónir nýggj akfør, ið er ein framgongd upp á heili 58 prosent, um samanborið verður við sama tíðarskeið í fjør.
Hetta ger Kina samstundis til heimsins størsta útflytara av akførum, sambært BBC.
Framgongdin var nóg stór til at yvirhála Japan, sum útflutti umleið 954.000 akfør fyrsta ársfjórðing í ár, sambært bretska miðlinum.
Seinasta ár fór Kina fram um Týskland, um mált verður í tali av útfluttum akførum.
Sambært BBC, so er talið útfluttum bilum úr Kina trífaldað síðan 2020 og fram til 2022. Í fjør vórðu tað útflutt tilsamans 2,5 milliónir akfør.
Millum størstu útflytarum av bilum í Kina er kinverski parturin av Tesla, síðan koma kinversku feløgini SAIC og BYD, sum landið eigur.
Størstu marknaðirnir hjá Kina av akførum eru Asia og Evropa.