Maskintøkni- og hydraulikfyritøkan KJ hevur undirskrivað sáttmála við tann íslendska fiskaalaran á landi First Water um útgerð og installatiónir til nýggja smoltstøð í Thorlákshöfn.
“Stórar ætlanir eru um bygging av fleiri smoltstøðum fram við sjóvarmálanum við Thorlákshöfn,” upplýsti KJ. “Ymiskar alifyritøkur hava verkætlanir í gongd í økinum, og samskifti hevur verið við First Water í eina tíð um eina pumpuskipan fyri jarðarhol til ta nýggju og stóru smoltstøðina hjá teimum. Arbeiðið inniber rørleiðing og pumpuskipan úr boriholunum og upp til jarðarflatuna.”
Sambært KJ kom avtalan við First Water endaliga í lag á fiski- og alivinnustevnuni IceFish í Kópavogi, sum varð hildin 18-20. september.
KJ hevur tey seinnu árini havt vaksandi virksemi í Føroyum og uttanlands, ikki minst í Íslandi. Sambært stjóran Viggo Johannesen hevur felagið í løtuni fýra størri verkætlanir í gongd har.
“Talan er um nýbygging av smoltstøðum kring um í Íslandi, og verkætlanirnar eru í fleiri byggistigum,” segði Viggo Johannesen.
“Gongdin í Íslandi er gleðilig, og vit eru til reiðar at veita okkara tænastur og vørur til ta íslendsku alivinnuna, bæði á landi og á sjógvi,” legði hann afturat.
KJ hevur leingi verið ein týðandi veitari til tann føroyska fiskiflotan. Seinni hevur fyritøkan ment seg til at gerast veitari til fleiri aðrar vinnur, eitt nú alivinnuna og byggivinnuna. KJ hevur høvuðssæti á Kambsdali, og aðrar deildir eru í Havn, við Ljósá og í Fuglafirði, umframt dóttirfelagið KJ Supply í Danmark.