Klædnareglur í fólkaskúlanum til politiska viðgerð

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Málið um klædnareglur í Vestmanna skúla verður nú tikið upp til politiska viðgerð, tí í næstum skal Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, svara fyrispurningi frá Liljuni Weihe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, um hvørt tað er rætt, at ein føroyskur fólkaskúla kann seta klædnareglur í gildi fyri næmingarnar.

Liljan Weihe vil millum annað hava at vita, um landsstýrismaðurin tekur undir við metingini hjá skúlastjórarnum í Vestmanna um, at gentur í nalvablusu órógva arbeiðsumhvørvið á skúlanum, og um landsstýrismaðurin metir, at tað eru gentur og kvinnu, sum sjálvar hava ábyrgdina av, hvussu onnur reagera upp á teirra kropp og klæði.

Tað vakti ans í farnu viku, tá tað kom undan kavi, at skúlin í Vestmanna hevði sett í gildi klædnareglur fyri næmingarnar.

Í klædnareglunum stendur, at klæðini skulu vera hampulig og ikki ov avdúkandi. Stuttir niðurdeilar og shorts ella buksur, ið sita ov niðarlaga, eru óhóskandi til skúlabrúks, og eisini eru niðurringaðar blusur og nalvablusur óhóskandi.

Harumframt sleppa næmingarnir ikki at vera í húgvu, keppi ella hettu í tímunum.

Liljan Weihe vil hava at vita, um tað er í samsvari við fólkaskúlalógina, at einstakir skúlastjórar – og ikki skúlastýrini – ið gera slíkar reglur, og um skúlin hevur heimild til at seta tiltøk í verk móti næmingum, um slíkar reglur ikki verða hildnar.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Liljan Weihe, at talan er um eina patriarkalska regulering av kvinnum og kvinnukroppinum, sum ikki kann sameinast við frælsið og fólkaræði, sum fólkaskúlin sambært endamálsorðingini í fólkaskúlalógini skal fyrireika børnini til.