, ,

Klaksvík let­ur upp aftur eft­ir net­álop

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

KT skipanir hjá Klaksvíkar kommunu eru spakuliga við at koma í gongd aftur aftan á eitt tað ringasta netálopið á Føroyar. Sambært borgarstjóran, Karl Johansen, hevur kommunan síðan ransomware álopið fyri viku síðan arbeitt miðvíst við at trygdarkanna og reinsa ritbúnaðin í teldunum hjá øllum sínum starvsfólkum.

“Vit hava ráðført okkum við køn fólk innan KT og trygd umframt løgregluna og aðrar myndugleikar,” segði Karl Johansen við FM1.

“Allar telduskipanir eru endurnýggjaðar, og allar okkara teldur eru kannaðar og reinsaðar fyri møgulig virus við meira. Allar funktiónir sum vóru áðrenn verða lagdar inn av nýggjum, soleiðis at fólk kunnu kenna seg aftur og lættliga kunnu koma í gongd aftur í sínum vanliga arbeiði. Vit hava skipað hetta í bólkar og raðfest, soleiðis at alt kemur so við og í gongd aftur. Og vit hava fingið dagførdar mannagongdir sum øll starvsfólk skulu fylgja.”

Borgmeistarin avsannar ikki at kommunan hevur goldið loysigjald til hackararnar.

“Talan er um professionellar hackarar sum eru úti eftir pengum,” viðmerkti hann. “So sigi eg ikki meira.”