Klaksvíkar býráð og allar nevndirnar í býráðnum hava nú umrøtt úrslitini í borgarakanningini, sum varð almannakunngjørd í apríl mánaði.
Nevndirnar, sum eru níggju í tali, hava viðgjørt tey úrslitini og hava tilmæli á hvør sín hátt, har summi eru yvirskipað, meðan onnur eru eitt sindu meira ítøkilig.
Heilsunevndin mælir til, at fyrisitingin arbeiðir víðari við ABC fyri sálarheilsu og grønum átøkum á plássum, sum kunnu viðvirka til trivnað og samansjóðing millum borgararnar.
Umhvørvis- og býarskipanarnevndin mælir til, at fyrisitingin arbeiðir víðari við býarplanlegging og fjøltáttaðum bústaðarmøguleikum.
Mentanarnevndin mælir til, at fyrisitingin arbeiðir víðari við at víðka og betra um tilboðið innan tónlistaskúlan.
Trivnaðarnevndin børn og ung mælir til, at fyrisitingin arbeiðir víðari ið at uppraðfesta dagstovnaøkið, at gera fleiri tilboð til børn og ung, og at arbeiða víðari við øðrum og triðja byggistigi á Skúlatrøð.
Trivnaðarnevndin eldri og bústaðir mælir til, at umsitingin arbeiðir víðari við at uppraðfesta møguleikarnar at sleppa á bústovn og at fáa eldravinarligan bústað.
Havna- og vinnunevndin mælir til, at umsitingin arbeiðir víðari við at fáa fleiri vinnuøkir, at útbyggja Norðhavnina. Eisini mælir Havna- og vinnunevndin til, at ein arbeiðsbólkur verður settur, sum millum annað skal lýsa alt havna- og vinnuøkið í kommununi, og at arbeiðsbólkurin verður umboðaður av politikarum, umsiting, vinnuni og øðrum.
Tekniska nevnd mælir til, at fyrisitingin arbeiðir víðari við vegagerð, drekkivatnsviðurskiftum, ferðslutrygd og parkering.