Í 2022 samtykti Klaksvíkar býráð at broyta tvey staðarnøvn í Klaksvíkar kommunu. Talan var um ”Vøllin við Djúpumýru”, sum varð broytt til Djúpamýra og “Leikvøllurin á Másheyggi”, sum varð broytt til Másheygur.
Hóast hetta hevur verið galdandi í eina tíð, so verða hesi heiti brúkt í ymiskum útgávum. Bæði av miðlum og fólki í síni heild.
Her eru nøkur dømi um, hvussu Djúpamýra og Másheygur eiga at verða bend:
Djúpamýra
- Hetta er Djúpamýra! Leikvøllurin hjá KÍ
- Dysturin verður leiktur á Djúpumýru
- Kunning um ferðslu í samband við dyst á Djúpumýru
Másheygur
- Hetta er Másheygur! Frælsur ítróttur og minni fótbóltskappingar verða leiktar her
- Kappingin verður á Másheygi
- Vit møtast á Másheygi