Í seinastu viku gav Elsa Maria Sigurðsson Klaksvíkar Róðarfelag eitt steyp, sum Klaksvíkingur vann á Jóansøku í 1970.
– Nú skal steypið heim, sigur hon.
Elsa Maria Sigurðsson giftist hetta árið við, Torleift Sigurðsson, sum var bátformaður á Klaksvíkingi hetta summarið.
Niclasi í Koltri hevði smíðað klaksvíkingum nýggjan bát, og stórur spenningur var um róðrarnar hetta árið. Klaksvíkingur vann tríggjar róðarar hetta árið.
Torleif Sigurðsson, sáli, var undangongumaður og legði sítt ítróttarliga lív í kappróðurin, hóast vit kenna hann betri sum forseta í Fótbóltssambandinum. Hann gjørdist í 1970 formaður í Klaksvíkar róðararfelag, og tvey ár seinni tók hann yvir róðrardeildina hjá ÍSF.
Klaksvíkar Róðrarfelag takkar Elsu Mariu fyri steyðið,
Tey havi ikki funnið nakra mynd av Klakvíkingi frá Jóansøkuróðrinum í 1970, men , men ein káma frá Norðoyastevnu hetta árið
Manningin á Klaksvíkingi hetta árið vóru Torleif Sigurðsson, Svenning Eysturdal, Jákup Sørensen, Petur H. Poulsen, Hanus Hansen, Ólavur Johannesen, Kjartan Thomasen, Einar Thomasen, John P. Danielsen, Martin Jacobsen og Karl J. Petersen.
