EB/Streymur og Kristian Svabo Eliasen hava gjørt avtalu fyri komandi kappingarár.
23 ára gamli klaksvíkingurin hevur í nógv ár spælt við næstbesta liðnum hjá KÍ. Men skifti í summar til EB/Streym har hann spældi níggju dystir í Betrideildini og skoraði eitt mál.
Kristian Svabo Eliasen hevur spælt tveir landsdystir á U19-landsliðnum.
Kelda: FaroeSoccer