Klettskarð og Færø leingja við KÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

KÍ er eru verulig farið at brynja seg til komandi árini. René Shaki Joensen og Hallur Hansson hava longu gjørt níggjar sáttmálar, og í dag boðar KÍ frá, at Páll Klettskarð og Odmar Færø somuleiðis hava gjørt nýggjar sáttmálar.

Høvuðsvenjarin Magnus Powell nevnir teir sum mentanarberar á liðnum, ið vísa ótrúligan stríðsvilja og ganga altíð fremst. Hann leggur dent á týdningin av at hava leikarar við sterkum hugburði, ið føra KÍ-andan víðari og seta yvirleggjaran høgt fyri framtíðar menningina av ungu leikarunum í felagnum.

Páll Klettskarð, sum hevur skorað eitt ótal av málum fyri KÍ, sigur sjálvur:
– Tað var ongantíð nakar ivi um hvar eg skuldi spæla fótbólt.

Hann gleðist um menningina á liðnum og heldur framtíðina vera sera spennandi. Hann hevur skrivað undir ein eitt-ára sáttmála fyri kappingarárið 2026.

Odmar Færø, verjiskansin hjá KÍ, staðfestir sín vilja at vinna:
– Eg eri líka svangur enn eftir at vinn, og KÍ hevur liðið til at vinna!

Hóast onnur lið vístu honum áhuga, er hann sannførdur um prosjektið hjá KÍ og heldur liðið vera munandi sterkari í ár enn í fjør. Hann hevur gjørt sáttmála fyri bæði kappingarárini 2026 og 2027.