Knívstungan í Fraklandi: Børnini í tryggari støðu

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tey fýra børnini, sum í gjár vórðu stungin við knívi í franska býnum Annecy, eru nú í tryggari støðu, veit BBC at siga.

Børnini, sum eru millum eitt og trý ár, eru innløgd á sjúkrahúsi.

Hjá øðrum av teimum vaksnu stendur framevegis um lív.

Tey fýra børnini og tey vaksnu vórðu í gjár brádliga á einum spæliplássi í Annecy, har álopsmaðurin, ein 31-ára gamal sýriskur maður, leyp inn á spæliplássi við einum knívi og fór at stinga frá hond.

Sambært Reuters hava hjástødd tikið upptøkur, ið vísa, at 31-ára gamli maðurin áhaldandi kastar seg eftir einum barnavogni, meðan hann skumpar eina kvinnu til síðis, sum roynir at halda honum burtur.

Løgreglan í Annecy megnaði at handtaka mannin, sum er skrásettur sum flóttafólk í Svøríki.

Løgreglan hevur ikki almannakunngjørt nakað motiv hjá manninum enn, men tað tykist greitt, at talan hevur ikki verið um sama slag av kníválopi, sum Frakland hevur upplivað fleiri ferðir seinastu árini.

Maðurin er eftir øllum at døma sýriskur kristin, og sambært ákæranum í Annecy tykist yvirgangur ikki at vera endamálið.