Leygardagin verður finalan í Arctic Young Chef 2024 kokkakappingini hildin í stórslignu konsert- og ráðstevnuhøllini Harpa í Reykjavík.
Tiltakið verður partur av Artic Circle ráðstevnuni, har dentur verður lagdur á arktisk viðurskifti, innovasjón og samstarv í norðaru økjunum.
Arctic Young Chef kappingin hevur savnað evnaríkar ungar kokkar úr teimum fýra NORA-londunum: Íslandi, Grønlandi, Føroyum og Noregi.
Økisvinnararnir, sum skulu dystast í finaluni eru:
· Lars Abelsen úr Grønlandi
· Runar Helgeland úr Noregi
· Sebastian Jiménes Garcia úr Føroyum
Andrés Björgvinsson úr Íslandi
Finalistarnir skulu vísa sínar matlistarligu førleikar, við at gera rættir, ið lýsa r burðardyggu rávørurnar í arktiska køkinum. Teir fara at arbeiða við neyvt úrvaldum tilfari úr teimum arktisku londunum, eitt nú:
· Forrættur: Saltfiskur, smakkaður til við tara úr Føroyum.
· Høvuðsrættur: Lambshjarta og lambshálsur, við berum úr Noregi og øli úr Grønlandi.
· Omaná: Rabarbur, saman við skyr úr Íslandi.
Hetta tilfar speglar serstaka smakkin og karakterin í arktiska økinum og byggir á virðini í Artic Young Chef kappingini, sum leggur dent á rávørur, ið antin ikki vera nóg nógv nýttar, ella sum, hóast tær eru lættar at fáa fatur á, ikki eru so høgt í metum.
Teir fýra finalistarnir skulu millum annað brúka síni skapandi evni til at koma við einum nýggjum uppskoti til vælumtóktu rabarbudessertirnar, ið vera so nógv brúktar í økinum.