,

Kom við hondbóltslandsliðnum til Kosovo

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú styttist til, at okkara garpar aftur skulu á vøllin. Hesaferð fara vit at tryggja okkum pláss í endaspælinum í januar. Kom við, og geyla okkara hetjur allan vegin inn í endaspælið!

Tíðindaskriv

Sannur hondbóltsfepur hevur rakt føroyingar! Føroyska manslandsliðið er tað, allur hondbóltsheimurin tosar um. Hóast leikararnir eru stjørnurnar á vøllinum, so eru føroysku hondbóltsfjeppararnir minst líka stórar stjørnur uttanfyri vøllin.

Í Berlin sóu øll, hvat stuðul kann gera. Í Amsterdam vórðu niðurlendsku fjeppararnir yvirdoyvdir.

Og nú stendur Kosovo fyri tørni! Kom við, og vís kosovofólki, hvussu sannur stuðul sær út – og hoyrist.

Aftur skipa vit fyri einari frálíkari ferð. Alt er fyriskipað – tú skalt bara pakka passið og eina landsliðstroyggju!

Ferðaætlan:

  1. mai kl. 08:50 – Vit flúgva saman við hondbóltsleikarunum úr Føroyum og lenda í

høvuðsstaðnum Pristina kl. 14:00.

  1. mai kl. 19:15 (føroyska tíð) – Dystur: Kosovo – Føroyar.
  2. mai kl. 15:50 – Vit flúgva heim aftur og lenda í Vágum kl. 19:00.

Vit hava samansett túrin soleiðis, at tú fært mest møguligt av tíð til at njóta býin og rómin.

Íroknað í pakkanum:

  • Beinleiðis flogferð til Kosovo t/r
  • Ferðaavgjøld
  • Morgunmatur á veg til Kosovo
  • Smyrjibreyð á heimtúrinum
  • Dystarbillett til Kosovo – Føroyar
  • Gisting í tvær nætur á fimm stjørna Swiss Diamond Hotel Prishtina mitt í býnum
  • Morgunmatur, ókeypis atgongd til spa og fitness
  • EM t-troyggja

Prísur fyri hvønn:

Í Superior 30 m² dupultkamar – 8.750 kr.

Í Deluxe 45 m² dupultkamar – 8.950 kr.

Bara 20 minuttir eru við hýruvogni frá flogvøllinum til gistingarhúsið, og frá hotellinum er bert 15 minuttir at ganga til hondbóltsstadion. Miðalhitin í Pristina í mai er um 21°C, so tær nýtist ikki vetrarklæðir til gongutúrin.

Avmarkað pláss! Bert 149 pláss eru eftir í flogfarinum, so tað ræður um at skunda sær.Bílegg títt pláss við mail tt@rd.fo og ver við til at stuðla okkara hetjum allan vegin til endaspælið!

Eventz.fo