Komin hálvan vegin við Fámjinstunlinum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað er nú komið hálvan vegin at bora í Fámjinstunlinum, sigur Landsverk.

Jarðfrøðiligu viðuskiftini hava verið avbjóðandi, og miðskeiðis í apríl mánaði var eitt stórt omanlop í tunlinum, sum viðførdi, at arbeiðið varð seinkað umleið átta vikur. Eisini hevur hetta viðført eyka kostnaðir fyri tunnilsverkætlanina, sigur Landsverk.

Um lat gongur væl, er kortini væntandi, at hol er ígjøgnum í november í ár, og ætlandi verður øll tunnilsverkætlanin, íroknað vegbreyt, tøkni- og ygdarskipanir og tilhoyrandi vegir og íbindingar í Øravík og Fámjin, avhendað seint á heysti næsta ár.

Arbeiðið við tunlinum til Fámjin byrjaði á sumri í fjør, og fyrsta skotið var miðskeiðis í november.

Høvuðsarbeiðstakari er J&K Petersen við Metrostav AS sum undirveitara. Landsbyggifelagið er høvuðsráðgevi.