,

Kommunan yvirtekur dagstovnin hjá nunnunum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórshavnar kommuna og Dagstovnurin Sankta Jósefs, sum hevur verið ein sjálvsognarstovnur, hava undirskrivað eina avtalu, sum inniber at kommunan yvirtekur stovnin frá 1. mars 2025.

Í sambandi við hesa yvirtøku, bindur kommunan seg til at gera ymsar umvælingar, sum partarnir eru samdir um. Tað er eisini avtalað, at starvsfólkini halda fram við sínum arbeiði.

Nunnurnar komu til Føroya fyri 90 árum síðan fyri at hjálpa familjum við tørvi. Í juni í fjør góvust nunnurnar í Føroyum, tá ið Fransiskanarasystraskipanin varð tikin av. Tær hava havt kirkju, dagstovn og skúla í Havn og hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri tey mongu børnini, ið hava verið hjá nunnunum.

Kommunan hevur leingi leigað Sankta Jósefs Barnagarð frá nunnunum, og nú er avtala gjørd um, at kommunan yvirtekur stovnin.

Kommunustjórin Jóan Petur Hentze, Anna Rein vegna sjálvsognarstovnin Dagstovn Sankta Jósefs og borgarstjórin Elsa Berg skrivaðu undir sáttmálan.