Vestmanna kommuna boðar frá at hon hevur gjørt samstarvsavtalu við Kvívíkar-, Sunda- og Tórshavnar kommunur um eitt felags átak um at týna rottu “í øllum hagapørtum og skorðum á Streymoynni.”
Í samband við samstarvsavtaluna skipaði Vestmanna kommuna fyri einum átaki á Miðnámi tann 25. september. “Átakið fekk sera góða móttøku bæði frá bøndum og røktingarfólki,” upplýsti kommunan. “Eisini umboð fyri Umhvørvisstovuna sum luttóku á fundinum fegnaðust um at Vestmanna kommuna hevur tikið stig til hetta samstarv.”
“Samstarvsátakið,” varð víðari sagt, “snýr seg um eina heildarloysn til bæði bøndur og røktingarfólk – sum verða tað berandi liðið í rottutýningini – og inniheldur rottueitur, ið verður sett í lættar framkomnar rottukassar við festum lykli, handskar, ráðgeving og vegleiðing um hvussu eitrið verður handfarið, goymt og nýtt, soleiðis at rottutýningin gevur besta úrslitið.”
Endamálið við samstarvsavtaluni er at minka um rottuna, sum ger stóran skaða í høgunum, og sum umframt at bera sjúkur við sær, eisini kann gera álvarsligan skaða á okkara fuglalív, serliga tí rottan bæði etur egg og ungar, legði Vestmanna kommuna afturat.
“Vestmanna kommuna er sannførd um at hetta átakið, sum snýr seg um felags skipaða rottutýning í skorðum og høgum í allari Streymoynni, fer at gera stóran mun til tess at fáa tamarhald á rottu trupulleikanum til gagns fyri bæði landbúnaðin, náttúruna og ikki minst fuglalívið, sum er ein týðandi partur av føroysku mentanini.”
Kommunan segði seg vóna at aðrar kommunur taka undir við hugskotinum, “soleiðis at skipað rottutýning kann fara fram í øllum hagapørtum og skorðum í Føroyum har rotta ger um seg.”