Kongshjúnini komin til Havnar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Beint fyri klokkan 10.oo legði Dannebrog at við Bursatanga, og Fríðrikur kongur og Mary drotning komu í land í Havn, fyri fyrstu ferð sum kongur og drotning. Við teimum er eisini Josephine prinsessa.

Fyri teimum á bryggjuni stóðu Aksel V. Johannesen, løgmaður, Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Nógv fólk, serliga børn við føroyskum og donskum fløggum heilsaðu kongshjúnunum vælkomnum.


Myndir: Tórshavnar kommuna